SENDISTOVAN

Grøna gávan 2011
Grøna gávan frá etika


Aftur í ár verður Grøna Gávan frá etika latin í Umhvørvisvikuni. Sum kunnugt hevur etika gjørt av at taka 20 krónur fyri eina kannu av kranavatni. Allur peningurin frá sølu av vatni fer óskerdur í ein umhvørvisgrunn, og verður hesin peningur á hvørjum ári latin til eitt framskygt náttúru- og umhvørvisendamál. Í ár er upphæddin á kr 42.320.


Dómsnevndin er mannað við umboðum frá Agenda 21 stovuni, Tórshavnar kommunu og Umhvørvisstovuni. Í ár fær Føroyaprent hendan stóra heiður, fyri at:

• brúka umhvørvisrætt pappír
• brúka vegetabilskar prentlitir
• endurnýta prentlutir
• minimera pappírsspill og burturkast
• spara um orkunýtsluna og at brúka sum mest varandi orku
• hava atlit til evnafrøði í arbeiðsumhvørvinum
• planta trø í Føroyum

Føroyaprent er einasta fyritøka í Føroyum, sum er Svanamerkt, og er umhvørvisleiðsla hjá teimum merkt av krøvum til góðkenningina.

etika ynskir Føroyaprent hjartaliga tillukku við Grønu Gávuni.
 

Den Danske Spiseguide 2011

Den Danske Spiseguide 2011:

Etika fingið 1 stjørnu

Etika hevur fingið 1 stjørnu í Den Danske Spiseguide 2011.

Den Danske Spiseguide kom fyrstu ferð á marknaðin í 1978.

2011 er fyrsta árið, at ein føroysk matstova er nevnd í bókini og sostatt eisini fyrstu ferð, at ein føroysk matstova fær stjørnu.

Bent Christensen, ið skrivar Den Danske Spiseguide, er nøgdur við føroysku luttøkuna og metir góðskuna á rávørunum vera sera høga.

3 matsovur í Tórshavn fingu stjørnur: Etika fekk 1, Áarstova fekk 1 og Glasstovan á Hotel Føroyum fekk 3 harav 1 í klombur.

1 stjørna merkir, at matstovan er yvir danskan miðalstandard.

Um Etika stendur at lesa: " Torshavns meget autentiske japanske sushi restaurant med delikate råvarer i klassike japanske former.

 

 

Miðmáli

etika í døgurðatímanum:

Nýggj miðmálamatskrá

Einki er sum sushi og ristað at geva orku til seinna hálvleik í arbeiðsdegnum.

Kom oman á etika í døgurðatímanum til sushi og ristaðar bitar.

Sí matskráir.

Grøna gávan
Grøna gávan frá etika

Finnbogi Joensen úr Vestmanna fekk Grønu gávuna frá etika áljóðandi kr 33.088. Etika ynskir Finnboga hjartaliga tillukku við Grønu gávuni og takkar honum samstundis fyri hansara ótroyttiligu luttøku í umhvørvisøkinum; sum Finnbogi sjálvur tekur til: hugsa globalt handla lokalt!

Sí mynd
Grundgevingarnar hjá dómsnevndini
Røðan hjá landstýriskvinnuni í umhvørvismálum

Grøna gávan
Grøna gávan frá etika

etika hevur valt at taka pengar fyri føroyska drekkivatnið, sum vit annars her í Føroyum fáa ókeypis. Peningurin, ið kemur inn fyri drekkivatnið fer óskerdur til eitt umhvørvisendamál. Hetta hava vit valt at kallað: "Grøna gávan frá etika" og verður hon handað á Grønu konsertini í Vágsbotnið fríggjakvøldið 14/5 kl. 20.00.

Útvið

Nýtt í etika:

Nýggj útviðmatskrá

Okkara nýggja útviðmatskrá er borin út í hvørt hús í Tórshavn, á Argjum og í Hoyvík. Ring 319 319 og bílegg.

Eisini er nýggj miðmálamatskrá. Kom oman á etika í døgurðatímanum til sushi og ristaðar bitar.

Sí matskráir.

BT FO

BT:

Sushi til folket

"Her kombineres nordatlantiske råvarer, primært fra Færøerne, med den fineste sushi-kunst fra Japan."
****** (6/6)

Les meira.

Børsen FO

Ummæli:

Under alle omstændigheder får Etika ubetinget en varm anbefaling, skrivar Børsen

"enkel mad på et højgastronomisk kvalitetsniveau til forbløffende lave priser."

Les ummælið her.

iByen FO ****

Ummæli:

Der er god kvalitet for pengene, sigur iByen.dk

"et besøg på Etika kan varmt anbefales, og vi sender fluks fire snehvide huer og en klar anbefaling derned."

Les ummælið her.

jp FO

Ummæli:

Fýra stjørnur frá jp.dk

"hver gang en ny gæst kommer ind i lokalet, råber det otte mand store personale velkommen højt i kor. Det er ikke uden charme"

Les ummælið her.

Filmur um etika



Bílegging:
+298 319 319
etika@etika.fo