3

.

august

2022

Etika á Høgabóli lat dyrnar upp 2. august

Síðani etika lat upp í 2009, hava føroyingar veruliga fingið smakk fyri góðum sushi. Áhugin er bara vaksin og vaksin og vit eta sushi bæði til gerandis, veitslur, fundir, útferðir og á lítlu, men sera væl umtóktu matstovuni við Áarvegin. Fyri at geva enn fleiri føroyingum møguleika at njóta sushi, letur etika upp tvær nýggjar matstovur.

Nýggja matstovan og take away í Eysturoynni fer at húsast í Saltangará í hugnaliga bygninginum, sum tey lokalu nevna "Íshúsið" ella "hjá Barberinum".

Upplatingin av Etika við Sundsvegin, sum skuldi lata upp 3. august, er útsett nakrar vikur.